Í morgin, 1. september, verða barnagudstænastur í Vesturkirkjuni og í Argja kirkju kl. 11.00. Bergur D. Joensen verður prestur í Vesturkirkjuni, og Derhard Jógvansson í Argja kirkju.
Barnasangir verða sungnir, og sum nakað nýtt fáa várkonfirmantarnir, sum júst eru farnir at ganga til, Nýggja Sáttmálan handaðan undir gudstænastuni.
Drekkamunnur verður aftaná, og okkurt søtt til børnini eisini. Veri øll hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo