11. mars er miðføstusunnudagur. Farið verður í kirkju kl. 11, og prædikuteksturin henda dagin er Jóhs. 6, 35-51, har Jesus m.a. sigur "Eg eri lívsins breyð".
Siðvenja er eisini hendan dagin at lata talvuna ganga fyri "breyð til heimin" ella Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, prædikar.
Eftir guðstænastuna verður kirkjukaffi í Kirkjukjallaranum, sum konfirmantar standa fyri.
Eisini letur upp listaframsýning eftir Arngerð Joensen, ið býr Hoyvík. Eitt nú hevur hon málað eina forvitnisliga nýggja altartalvu, ið er við á framsýningini í Kirkjukjallaranum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo