Sunnudagin 14. august kl. 14 verður gudstænasta í Gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.
Nú summarið fer at halla, kundi tað eisini verið ein góð útferð hjá avbygdarfólki til Gjáar henda dagin. Veðurforsagnirnar benda á, at tað verður turt og bert lítil vindur.
Sunda kommuna boðar frá, at í sambandi við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendrað um vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo