Sunnudagin 11. august kl. 15.00 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu og konsert í gjónni við Gjógv. Útigudstænastan í gjónni er nú eitt árligt tiltak, sum hevur stóra undirtøku hvørt ár.
Marjun Lómaklett verður prestur, og viðrar verður hon skjútsa inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.
Tónleikur verður nógvur - Eiðis Ljómfelag v/ fleiri, undir leiðslu av Agnar Lamhauge, spælur inngangslagið, og spælir undir til felagssálmarnar, og til seinast eisini.
Havnarkórid, undir leidslu av Leif Hansen, fer at syngja , og sum endalag framføra tey vakra “Wie liblich sind deine Wohnungen, Herr Zebaot” úr Ein deutshes Requiem av Johannes Brahms, har Jonhard Eliasen hevur krevjandi klaver fylgispælid.
Eisini fer Janus Trygvason at framføra “Boðar tú til allar tjóðir”, so nógv verður at gleða seg til.
Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni. Kaffimudur verdur aftaná.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo