Fólkakirkjan: Sunnudagin tann 13. august kl. 15 verður gudstænasta í gjónni við Gjógv.
Hetta átakið tók seg upp fyri sjey árum síðani og gjørdist ein kærkomin siðvenja. Tey tvey koronuárini var onki, men í fjør tóku vit tráðin uppaftur, og væntandi fer gudstænastan í gjónni at verða hildin hvørt ár framyvir.
Í ár verður tað dómpróstur Uni Næs, sum fer at prædika.
Organistur verður Gudmundur Mortensen, og Eiðis Ljómfelag fer eisini at spæla.
Kórsangur verður somuleiðis, og í ár verður tað kórið Silvitni, stjórnað av Cinthia Gonzales Parada. Vit fara eisini at kunna njóta vakran tónleik við gittaraúrmælinginum Sergio Martinez úr Vestmanna/Meksiko.
Viðrar verður dómpróstur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Sundalagnum.
Øll árini hava fólk tikið fjølment undir við hesi gudstænastuni, og fyrireikararnir eru spentir uppá og vóna, at nógv fólk aftur í ár fara at leita sær í stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.
Kirkjuráð, dómpróvstur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo