SF: Songkvinnan Gudny Rasmussen fer at hava konsert saman við fýra børnum á Summar Festivalinum. Tað man vera rættiliga sjáldsamt, at mamma og fýra børn spæla konsert.
Gudny hevur spælt gittar og sungið, síðani hon var ung genta. Í 2022 kom hon við ep-útgávuni "Um eg var hon", og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í útvarpi – ikki minst "Fyri fyrst" og "Óvissa", ið er duett saman við Eyðuni Nolsøe.
Børnini hjá Gudny duga eisini at spæla ljóðføri og syngja. Kendast av teimum er Ása Helena Brynjarsdóttir, ið var ein av profilunum í Sement tónleikakappingini í ár og spældi á SPOT festivalinum í Aarhus í mai.
Gudny fer at hava framførslu saman við fýra børnum – tey eru Terji Brynjarsson, Ása Helena Brynjarsdóttir, Gunnvá Rasmussen og Ronja Rasmussen.
Gudny & Co. hava framførslu á Torginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo