Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Í kvøld klokkan 20.30 verður ein heilt serlig framførsla á Torginum á Summar Festivalinum.

Tað fer songkvinnan Gudny Rasmussen hava konsert saman við fýra børnum. Tað man vera rættiliga sjáldsamt, at mamma og fýra børn spæla konsert. 

Gudny hevur spælt gittar og sungið, síðani hon var ung genta. Í 2022 kom hon við ep-útgávuni “Um eg var hon”, og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í útvarpi – ikki minst “Fyri fyrst” og “Óvissa”, ið er duett saman við Eyðuni Nolsøe. 

Børnini hjá Gudny duga eisini at spæla ljóðføri og syngja. Kendast av teimum er Ása Helena Brynjarsdóttir, ið var ein av profilunum í Sement tónleikakappingini í ár og spældi á SPOT festivalinum í Aarhus í mai. 

Gudny fer at hava framførslu saman við fýra børnum – tey eru Terji Brynjarsson, Ása Helena Brynjarsdóttir, Gunnvá Rasmussen og Ronja Rasmussen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo