Í døgunum 26. - 28. apríl bjóðar Sisters House til forvitnisliga ráðstevnu undir heitinum “Guð grøðir enn í dag”.
At undirvísa á ráðstevnuni koma Joan Hunter úr USA og Aliss Cresswell úr Onglandi.
Báðar kvinnur hava luttikið í sendirøðini “It´s Supernatural” hjá Sid Roth og hava eina sterka tænastu, har tær virka við undrum og teknum, eins og tær undirvísa og búgva onnur at virka í Guðs kraft og kærleika.
Ráðstevnan, ið er fyri kvinnur og menn, verður hildin í Bygdaskúlanum í Miðvági og í Filadelfia í Havn
Fyri at tryggja flest fólki pláss á ráðstevnuni vilja fyriskipararnir vísa bygdafólki á møguleikan at fara til møtini í Miðvági fríggja- og leygarkvøld.
Sí meira um stevnuna á síðuni hjá Sisters House á facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo