Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Fyri góðum ári síðani skrivaði Bakkafrost undir sáttmála við J&K Petersen um byggibúgving av grundøkinum í Skálavík, har Bakkafrost fer at savna alt lívfiskavirksemi á nýggjari lívfiskastøð. Arbeiðið hevur gingið ógvuliga væl, og í gjár, 25. november, var hátíðarløta hildin í Kelduni í Skálavík, har J&K Petersen avhendaði grundøkið til Bakkafrost.

Arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina er boðið út, og væntandi verður farið undir bygging fyrst í 2022. Talan er um byggiverkætlan í fýra stigum, og um alt gongst eftir ætlan, er lívfiskastøðin liðug í januar 2026.

Seinastu árini hevur Bakkafrost saman við Fiskaaling arbeitt fyri at varðveita føroysku laksastammuna, og síðani 2017 hava starvsfólk hjá Bakkafrost miðvíst arbeitt við at menna og kynbøta stammuna. Arbeiðið hevur gingið væl, har tað er eydnast at eyðmerkja íleguhópin av føroysku stammuni (arvamassin), og granskararnir hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fáa ein føroyskan lívfisk, ið er mótstøðuførur móti millum annað sjúku og lús, og sum samstundis hevur góðar eginleikar í mun til vøkstur og dygd.
Málið er, at øll rognaframleiðsla hjá Bakkafrost til alingina í Føroyum skal vera undan føroyskum laksi í 2023.

Nýggja lívfiskastøðin í Skálavík fer væntandi at byrja framleiðslu um 2-3 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo