Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tveir dagar áðrenn Kristi Himmalferðardag hevur verið ein sáldsama interessantur fundur á Hotel Brandan við tí republikanskt trúgvandi  Inga Samuelsen sum kátum ceremonimeistara og eldhugaðum politiskum innpískara.

Fundarfólkið á hesum bønarmøti ella nationalistisku seancu eru sonevndir forfylgdir minnilutar í Europa, sum javnliga hittast til at gremja seg um, hvussu fúl, kynisk og imperialistisk teirra móður- ella grannalond eru.

Teir innbodnu gestirnir eru eitt sera fjøllbroytt lið av europeiskum loysingum, líka frá  heilt friðarligum og kultiveraðum  minnilutum í Suðurjyllandi og Norðurtýsklandi til rabiatar rørslur í Catalonien, Norður-Írlandi og tí  ETA herjaða Baskara-økinum í Spanien. 

Sera kuriøst er eisini ein minnilutagonga av russarum í Letlandi umboðað á  bønarmøtinum.

Onkur hevur undrast á, at Balkanlondini, sum hava ørgrynni av nationalistum, eru so illa umboðaði á møtinum, men kanska hava tey ikki fingið lokkað ella hóttað  tey "illavorðnu" móðurlondini har umleið til at stuðla ta nationalistisku pílagrímsferðina til  tað higartil friðarliga Hoyvíkstjarnar-økið. 

Ein ella tveir hálvørir serbarar høvdu annars sett góðan dám á eina slíka konferencu.

Eftir hesa ódámligu vitjan fer tjørnin helst at skifta navn til Terror-tjørn, og Brandansgøtu fer at skifta  navn til Baskaragøta.

Hesir  spennandi, vælvápnaðu og -klæddu, men "forfylgdu" bólkar koma javnliga saman ymsa staðni í okkara verðinsparti at dyrka sítt martyrium og tykja synd í sær sjálvum. 

Teir flestu eru hálvkriminellir fanatikarar, sum bara ganga leysir, tí tað politiið fær ongan at vitna móti teimum. Øll vitni verða intimideraði og hóttaði við repressalia.

Nationalisma og terrorisma tykjast harmonera  grúiliga væl allastaðni í europeiskum útjaðara,  so sjálvandi eru allir fundarlimirnir sera paranoidir og tora illa at venda nøkrum ryggin ella leska seg frá  hvørjumøðrum á Brandan. 

Tí verður kroppsmálið hjá teimum flestu eitt sindur fjákut og alt annað enn (for)loysandi.

Teir flestu ganga eftir lið og skimast í allar ættir.

Loysingarmenn eru avgjørt ikki serliga  leysir ella fríir. 

Loysingar ræðast næstan  alt og øll.

Man man kompenserar við at hava egna lummafløsku við á Brandan, tá ið man noyðist at sakna kalachnikoffin, sum annars er so vælsignaður at hava uppi á sær  ella undir koddanum.

Teirra grátifundir eru ikki bíligir, men kortini hugnaligir og  ikki sørt undirhaldandi, meðan man fylkist um sína kollektivu masochismu og fortelur søgur  um hjartaskerandi kúgingar.

Hvaðani teir fáa sína fígging verður ikki upplýst, men teir hava sína  heilt serligu "inntøkukeldur"!

Fundirnir eru sum politisk bønarmøtir, har fólk skiftast um at vitna og vena seg.

Tað er mest um forfylging, kúging, píning, pláging og manglandi (for)loysing..

Eingin teirra sær annars serliga plágaður út! Tvørturímóti; tey trívast væl við síni pínu og kúging. 

Tey ræðast mest hvønnannan!

Men tað er jú altíð stuttligari og socialt meira stimbrandi at beklaga seg, gráta og jamra í felag um, hvussu illastødd tey  eru av harðrent kúgandi móður- ella grannalondum, sum tey kortini við eymum hjarta ofta noyðast at bidda um fíggjarligan stuðul til sínar fanatisku bønarfundir og biddaraferðir.

Hesu ferð hava tey so valt at halda sín kollektiva gráti- og illsinnisfund í Havn, beint áðrenn Kristi Himmalferðardag.

Ungir Tjóðveldistar saman við tí febrilska  Inga S. hava skipað fyri  at fáa felagsskapin av stórkúgaðum europearum til Havnar at sam-grenja, so ein serlig jamri-nevnd hevur arbeitt leingi saman við "Pubertila tjóðveldið" um  tað gigantiska  masochismu-projektið

Men slík illastødd, plágaði og kúgaði fólk dáma væl at lata seg  síggja í  kyniskum  "kúgandi" londum, tí boða tey grunnum journalistum frá, so teir kunnu fortelja, hvussu strævið tey hava tað millum snapsirnar, og "hvussu forfylgd" tey eru.

Føroyskir avleggarar 
Bønarmøtið er lýst fyri serliga innbodnum og kann valla vera alment, men somikið er likið út, at Høgni Hoydal skal halda inngangsbønina.

Hon átti at verið á baskiskum, men tað dugir Høgni verri enn føroyskt, so hon verður á íslendskum við írskari accent. 

Hon verður simultantolkað á russiskum, serbo-kroatiskum, catalonskum, baskiskum, føroyskum og flamskum. 

Annars hevur Puigdemont lært  Magna Arge  seytjan siðiligar catalonskar glosur og  Arge hevur  lovað at verið nationalur deknur hjá Høgna,  tá ið  og HVIS hann stendur fastur.

Tað er slett  ikki uttan týdning, hvussu nationalistar  lata seg í.

Teir mest vinstragalnu eru anarkistar og vilja helst ganga so ófantaligir og kloddutir, sum møguligt, men teir  meira konservativu nationalistarnir vilja fegin uniformerast í aldargomul nationalpløgg, so her hevur Ingi eitt alvorligt stílistiskt problem.

Kompromis tykist vera funnið við, at Høgni í erva  fer í  tøvt føroyskt nationalt vaðmals-kot, men heilt avslappaðar smáholutur forvaskaðar neytabrøkur og hvítar kondiskógvar í neðra, meðan Magni komplementert  erva-ekviperar seg í kruvda 1968 T-skjúrtu, men føroyskar knæbuksur og danskar spenniskógvar í neðra.

Soleiðis skuldi  tann avbjóðandi tekstili stílurin verið reddaður.

Høgni, Ingi  og Magni bjóda  serliga balkanmonnum, baltarum og baskarum vælkomnum í hotelgongini við Molotov-cocktails, stjørnuskoti og turrum tvøsti.

Tað er ikki so strævið, allar mikrofonir eru burturbeindar og staroygdar gorillur eru hjástaddar. 

 MEN verri er við terrorismuni - tað halda fleiri  fundarfólk  vera ein heldur keðiligan og ófestligan óvana. 

 Tað  er  annars  royndur lutur, at har slíkar loysingar-rørslur hittast, er ofta vandi fyri terror, bardaga, morði og nógvum og yvirgangi.

Tað er ikki óvanligt, at menn koma heimaftur av slíkum fundum sum totalir invalidar, hvis teir yvirliva.

Man hevur tí við stórum sorgblídni valt at seta tann atletiska Jørgin við Úlvsá og Róða Hansen, stálsettan loysingarmann úr Viborg sum ovurforvitnar,  njósnandi og  befamlandi gorillur við dyrnar, so slett eingin ófriðarkroppur sleppur innum Brandans gátt..

Eisini mugu fólk í slíkum kreðsum tíverri kropp-skannast fyri vápn, so tann nationali  skotin, Tórur Jóansson hevur lovað at káva og trilva dúgliga við dyrnar eftir hondgranatum, kúlupennum, hvalváknum og kalachnikoffum.

Endiliga er man í terror-cirklum ofta plágaður av giftmorðum, so man hevur noyðst at seta bæði serligar for-smakkarar og undan-drekkarar í køkinum á Brandan. 

Tað er bæði tíðarkrevjandi og dýrt, men hvat ger man ikki fyri loysingina. 

Tá ið henda exceptionella stevna er við at enda, roknar man við, at svansandi journalistar fara at fylkjast um  tey, sum enn eru gongufør og serliga  ta kvinnuliga  baskiska umboðið úr mordaraklubbanum ETA. 

Tað er tann kenda frúgvin  Lorena Lopez de La Calle

Henda baskiska oddakvinna var aktivur limur í  ETA longu í 1990'unum, tá  ið  teir nationalistisku baskisku terroristarnir javnliga drupu í hópatali  av sakleysum mótstøðumonnum. 

Hesir ógvisligu loysingarmenn kidnappaðu og tortureraðu spanskar  politikarar og myrdu  fleiri av teimum.

 Vit  rokna við, at frúgvin Lopez fer at fortelja um, hvussu hon, sum limur í ETA kann vera  ein politisk  inspiratión og national fyrimynd  hjá føroyskum  loysingum, serliga  MAGNA OG HØGNA. 

Hvis hon ikki  KANN tað, hví er hon so komin við  til Brandan?.

Ja, tað tora Sortudíkismenn ikki at kanna ella analysera. 

Annars endar tann absurda  stevnan við, at Sunnuleivur, landslarmari Rasmussen og Jørgen í  Úlvsánni syngja  eina nýggja kanon av "Jeg bærer med smil min byrde" á heilt neutralum  lappiskum máli, sum eingin forstendur, men fagna við søltum tárum. 

So fara  Høgni, Magni, Ingi og Tórur Jóanssonur undir leiðslu av Aka Andreasen at dansa flamenco fyri  Lorenu Lopez, sum rísnar og fer at yvirfúsa  og terrorisera  tjóðveldistarnar. 

Hon skeldar, spýtur, gálvar og baskar  og terroriserar teir illa við einum eintaki av "Seyðabrævinum", sum Áki akkurát hevur  forerað henni,  tí  Lorena hatar flamenco, sum er  spanskt, og tað vil ein baskari  hvørki hoyra ella síggja.  

Eftir hesa beklagiligu løtu, styggir Sunnuleivur, landslarmari  øll hini  heim við at spæla úr egnum verkum, meðan Tórur Jóansson, Ingi og Áki Andreasen  sníkja og smoyggja sær snópisliga út í mei-náttina undan tí rasandi óðu Lorenu Lopez fyri, at tað ikki skal blíva nakar  alvorligur mannskaði.

Føroyar og ikki minst Brandan  eru eitt eldorado fyri ekstremar rørslur, politiska fanatismu og obscura sektarismu.

Men mei-náttin er mild, sjálvt fyri ein terrorhugaðan nationalistiskan loysing.

Uttanfyri standa tann øvundsjúka Løwe og Reynatúgvan, sum bæði vóru  óboðin, men Túgvan hevur demonstrativt latið seg í eina baskarahúgvu, sum Høgni Hoydal annars harðliga hevði noktað honum at fara í.

Virgar T. Dalsgard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo