Nakað av smágróti datt undan loftinum í Vágatunlinum í gjár, og nakrir bilar, sum koyrdu á grótið, fingu smávegis skaða.
Fólk ruddaðu sjálvi grótið av vegnum.
Hetta er aðru ferð ein líknandi tilburður hendir innan stutta tíð - tað sama hendi nevniliga eisini í byrjanini av oktober mánaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo