Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið; Løgmálaráðið er farið undir at fyrireika lóggávu, sum ger roynd at tøla børn og ung við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang, revsivert, umframt at revsingin fyri kynsliga avnoyðing verður herd.

Í sambandi við at Føroya Politi kannar eitt størri mál um kynsligan ágang móti børnum og ungum á netinum, hevur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, gjørt av, at tað beinanvegin skal farast undir at fyrireika lóggávu, sum ger sokallaða “grooming” og “sextortión” revsivert.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður sigur:

“Tað er týdningarmikið, at vit greitt siga við okkara børn og ung, at tað ongantíð er teirra skyld, at tey eru fyri kynsligum ágangi. Tað er tann vaksni, sum hevur ábyrgdina, og tað er tann vaksni, sum skal revsast. Vit skulu fara eftir talgildu barnalokkarum, sum fara inn í talgilda heimin, har okkara børn og ung ferðast.”

Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst og skal ætlandi fáa gildi frá 1. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo