Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tosað verður so nógv um grøna orku, einamest vindmyllur, eiga vit ikki at gera sama feil, sum við oljuni, hvar tvær stórar fyritøkur hava verið einaráðandi útbjóðarar og harvið avgjørt prís v.m.

Hesi somu oljufeløg, við hjálp frá einari privatari fyritøku, tykjast nú at leggja seg á alla veiting av streymi frá vindmyllum, sjálvt um okkara felag SEV enn hevur ein lítlan part.

Tað skerst ikki burtur, at Sambandsflokkurin, hvar leiðsla floksins hevur privat áhugamál í tí privatfyritøku, sum er saman við EFFO, roynir at beina fyri einkarsølu av streymi, sum SEV hevur enn.

Nevnast kann, at Sambandið stuðlar eini verkætlan í Lamba, sum skal framleiða og  velja stórar kundar burturúr, sum teir so kunnu levera beinleiðis til, so leingi vindurin blæsur og teir framleiða, annars skal SEV vera backup. Harvið skulu vit skattgjaldarar standa við endan, meðan privatfyritøkan skal fara við vinninginum.

At Sambandsflokkurin tvíheldur um tann fría marknaðin er ikki haldbart, tí vit hava SEV, sum vit øll eiga og hevur ikki sum fremsta mál at vinna pening at deila út til ognarar av partabrøvum. Nei SEV er eitt sunt og reiðiligt samtak, vit hava bíligasta streym í øllum norðanlondum, sum vit plaga at samanlíkna okkum við, so einasta forkláring, at Sambandsflokkurin vil avtaka einkarrættin hjá SEV, eru persónlig áhugamál.

Tað er mín inniliga áheitan á tey, sum eiga lendið, hvar vindmyllur skulu staðsetast: Seljið ikki lendið, men krevji ognarskap í projektið og harvið eisini ávirkan og vinning av hesum projekti.

Eisini plaga vit at samanbera okkum við Danmark, har selja bóndir ella onnur ikki lendið, men verða hjáognarar av vindmyllunum. Hetta átti ikki at verið nøkur forðing her í Føroyum.

Lata vit oljufeløgini sleppa ótarnað við hjálp av hesi einu privatfyritøkuni at yvirtaka alla vindorku, koma tey at fáa alstórt vald á orkuframleiðslu innan vindorku og stýra harvið SEV, sum tá er blivið nakað bundið av vindorku.

Nei, lat okkum fáa felag, hvar privatpersónar og fyritøkur kunnu keypa partabrøv og harvið fáa ávirkan á rakstur v.m.

Tankin hjá Sambandsflokkinum at avlaga SEV og fáa fría sølu av orku til forbrúkaran, kemur sanniliga at merkjast hjá okkum brúkarum, prísurin fer at hækka minst við 30%.

Jón Slættanes  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo