Hóast lyftir í 2016 er áskoðanin hjá føroyska landsstýrinum í dag, at grønlendskir myndugleikar eiga at taka sær av uppruddingini í Føringahavnini, skrivar Sermitsiaq.
Sermitsiaq hevur spurt Aksel V. Johannesen, sum eisini var løgmaður í 2016, um hann fer at halda sítt lyfti um at rudda Nordafar, sum hann gav Kim Kielsen í 2016.
- Men nú hanga føroyingar sín hatt á lýsingina hjá Kaj Hjalgrímson, »Nordafar til salg« frá 1990’unum, skrivar Sermitsiaq.
Løgmansskrivstovan hevur svarað Sermitsiaq:
– Tað, sum ger hetta málið serliga komplekst, er, at bygningarnir í Nordafar í dag eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar. Í umhvørvislóggávum runt um í heiminum er galdandi eitt prinsipp um »Polluter pay« (á føroyskum: Tann sum dálkar skal gjalda), hvar tað er tann, sum eigur ognina, sum hevur ábyrgdina av at rudda á ognini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo