Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Siga vit, at afturrindanin av mvg í sambandi við el-bilar og hitapumpur tilsamans fara at kosta landskassanum um 60 mió. kr. í 2023, gevur hetta ein samlaðan beinleiðis kostnað á um 160 mió. kr. fram til 2023 (68,4 + 30,4 + 60 mió. kr.) fyri afturrindan av mvg. Harafturat kemur kostnaðurin av at stuðla el-bilum við lægri skrásetingargjaldi og kostnaðurin av stuðlinum fyri at burturbeina oljufýr í 2023.

- Fíggjarmálaráðið roknar við, at kostnaðurin av grønu stuðulsskipanunum lækkar nakað í fíggjarárinum 2024 (og árini frameftir). Til ber ikki at meta neyvt um kostnaðin, men nógv bendir á, at kostnaðurin lækkar í 2024.

- Kostnaðurin er millum annað treytaður av atferð hjá borgarum og av miðalprísum á nýggjum el-bilum.

- Samtykt er, at skrásetingargjøldini á el-bilar hækka nakað í 2024, og at tey hækka árini fram til 2028.

- Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at rinda aftur mvg til el-bilar og hitapumpur kann roknast við at vera um 50 mió. kr. tilsamans í komandi fíggjarári.

Les alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo