Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samrøðu við SEV-stjóran, Hákun Djurhuus, í sjónvarpinum fyri stuttum, var enn einaferð varpað ljós á óskiljandi drálið á Umhvørvisstovuni í samband við viðgerð av umsóknini um eina pumpuskipan í Vestmanna, sum øll vita er alneyðug fyri at stabilisera orkukervið soleiðis, at sum mest kann fáast til høldar burturúr av óregluligu vindorkuni. Breið semja er nevniliga millum fakfólk um, at skal ein munagóð útbygging av vindorkuni yvirhøvur geva meining, so krevur hetta grundleggjandi, at yvirskotsorkan (spillið) frá vindmyllunum skal kunna goymast til seinni brúk. Bert á henda hátt kann eitt munagott nyttuvirði fáast burturúr eini komandi útbygging av vindorkuni í Føroyum.

Tá Hákun Djurhuus varð spurdur um viðgerðina av hesi týdningarmiklu umsókn, so kundi hann ikki annað enn undrast stórliga á atburðin hjá Umhvørvisstovuni, sum eftir øllum at døma ikki virdi interkommunala orkufelagsskapin SEV so frægt, at teir hirdu at svara hesi umsókn aftur. SEV var bara fullkomuliga ignorerað – og henda góða umsókn – sum hevur so altavgerandi týdning fyri grøna orkuskiftið í Føroyum, og sum var latin inn tann 31. august 2018, er nú meira enn 3 ár aftaná - enn ikki svarað!

Tað sær út til, at raðfestingin hjá Umhvørvisstovuni í sambandi við grøna orkuskiftið fer fram við øvutum fortegni – fyrst stórframleiðsla av óneyðugari og ovurdýrari spillorku, og síðan útbygging av goymslunum, - heldur enn at syrgja fyri at lofta og gagnnýta alla spillorku við fyrst at útbyggja pumpuskipanina í Vestmanna, og síðani útbyggja vindorkuna, so alt kemur til sættis.

Tíðindamaðurin hevði so spurt stjóran á Umhvørvisstovuni, Sigurð í Jákupsstovu, hvat nú bleiv av hesi umsókn, og varð svarið sjálvandi, at nú skuldi SEV, - um ikki annað, - so náðiliga fáa eitt svar! Tíverri var ikki spurt um drálið, og hvat kundi forsvara, at Umhvørvisstovan liggur og bølir omaná eini slíkari samfelagsliga týðandi umsókn í meira enn 3 ár, uttan nakra ítøkiliga grund yvirhøvur. Sum eygleiðari er tað torført ikki at fáa illgruna um, at aftanfyri hetta grundleysa drál liggja myrkar politiskar kreftir, sum altíð síggja ein vanda í, at teirra seráhugamál onkusvegna verða skúgvað til viks, um feløg og felagsskapir, sum umboða meiniga borgaran fáa nakrar sømdir!

Nýggi landsstýrismaðurin í orkumálum, Magnus Rasmussen, varð eisini spurdur um nakað svar kundi væntast frá hesi góðu Umhvørvisstovu, og nú lovaði hann bót og betring, nevniliga, at eitt svar nú endiliga fór at koma í næstum.

Guð viti hvat hetta verður fyri eitt svar, og evt. hvørjar treytir verða lagdar við eini møguligari játtan, tá royndirnar eru so mikið vánaligar av politisku skipanini higartil, at roknast kann altíð við tí ringasta, tá tað snýr seg um at veita samhaldsfasta alment gagnliga felagsskapinum SEV nakrar møguleikar at tæna sínum eigarum, Føroya fólki!

Misjøvn viðgerð av umsóknum
Tað er skjótt at fáa ta fatan, at her ruggar ikki rætt, og at her er eitt og annað, sum als ikki tolir dagsins ljós, og at talan meira er um eina politiska aktivistiska dagsskrá, heldur enn sakliga og fakliga kvalificeraða fyrisiting.

Illgrunin verður bara styrktur, tá hugsað verður um hvussu misjavnt umsóknir veruliga verða viðgjørdar alt eftir hvør sendir inn umsóknina.

Sum dømi kann nevnast hvussu umsóknin frá P/F Vindrøkt um vindmyllur á Gellingarkletti varð skrumblað ígjøgnum í óðum verkum. Her var viðgerðartíðin bert nakrar fáar dagar, - t.v.s., eftir at umsóknin er innkomin 15. januar 202 til lýst verður eftir møgiligum umsøkjarum longu 27. januar 2021.

So stóran skund hevði málið um umsóknina frá Vindrøkt, at Umhvørvisstovan enntá sá stórt uppá lógartryggjaðu rættindini í elveitingarlógini um oblikatoriska hoyring av SEV.

So hóast SEV á kunnandi fundinum tann 18. januar 2021 hevði boðað frá, at teir vóru klárir við teirra hoyringarskrivi tann 29. januar, so vildi Umhvørvisstovan ikki vita av hesum lógfesta rætti hjá SEV at koma við viðmerkingum til verkætlanina, men valdi sum kunnugt at lýsa eftir sokallaðum áhugaðum umsøkjarum tann 27. januar fyri á tann hátt at koma SEV í undandragi. Tað er týðuligt, at Umhvørvisstovan í sínum arroganta maktfullkominleika heilt einfalt hvørki vildi ella hirdi at síggja lógarkravda hoyringssvarið frá SEV, áðrenn lýsingin varð almannakunngjørd.

Kappingarskerjing og avlaging.
Tann veruleiki, at lýsingin eftir sokallaðum áhugaðum umsøkjarum var uppá hvamsvís, fyri at tað skuldi síggja út, sum um onnur høvdu ein møguleika fyri at bjóða, hóast øll “vindrættindi” á Gellingarkletti, sum øll vita, frammanundan vóru reserverað til festaran, er ikki bara undirgraving og vanvirðing av lógarásetta kravinum um fría kapping, men skapar ein væl grundaðan illgruna um eina politiskt stýrda niðurlaðing av rættartrygdini her á landi - til tess at tekkjast einstøkum útvaldum áhugamálum.

Hetta gevur ikki minst at býta, nú tað er komið fram, at undanfarni landsstýrismaðurin í orkumálum, Helgi Abrahamsen, tann 15. juli 2021, legði eitt uppskot fram um eina sokallaða semju millum SEV og Føroya landstýri.

Uttan at koma inn á einstakar staklutir í hesum uppskoti, til eina sokallaða semju millum partarnar, so ynskti sambandsmaðurin og táverandi orkumálaráðharrin, Helgi Abrahamsen, “at lutafelagið SEV ikki framyvir luttekur í útboðunum, tá varandi orkuframleiðsla verður boðin út”. Also er tað ein málsetningur hjá núverandi sokallaða borgarliga landstýrinum – serstakliga Sambandsflokkinum, sum eigur bæði orkumálaráðharran og løgmann – at kappingin skal skerjast við at halda SEV uttanfyri øll framtíðar útboð á elorkuøkinum:

Endamálið hjá landsstýrinum er bæði einfalt og innlýsandi! Jú minni kapping, og við ongum mótspæli frá kommunala lutafelagnum SEV, jú meira lukrativ gerst tað fyri privatkapitalin, sum sambært “semjuni” skal yvirtaka alla “varandi” orkuframleiðslu í landinum.

Hvør gerst so taparin av hesi kappingaravmarking, við tilhoyrandi óneyðuga høgum streymprísum fyri at rinda so stórt vinningsbýti til íleggjararnar sum møguligt – jú, tað er púra logiskt brúkarin, ella við øðrum orðum meiningi føroyingurin.

Aðrar tættir í hesum sokallaða semingsuppskoti skal ikki vera komið meira inn uppá, men tað hevur í tí stóra og heila bert eittans endamál, og tað er at niðurlaga samhaldsfasta elfelagsskapin SEV. Skotið varð m.a. upp, at øll sólorku- og vindmylluframleiðsla hjá SEV frá 1. januar 2022 verður umskipað til sjálvstøðug kommunal feløg. Tað skal ikki nógv hugflog til fyri at staðfesta, at henda sokallaða umskipanin, sum alt annað hjá hesum landstýrinum higartil bert hevur eittans endamál, nevniliga at syndra SEV bæði fíggjarliga, tekniskt og organisatoriskt. Seinasta punktið í hesi góðu semju er at skipa ein sjálvstøðugan elmarknað í søluliðnum. Til hetta seinasta kann í stuttum viðmerkjast, at hetta er reinur ørskapur í einum landi við gott 50.000 fólkum, har man enntá metir danska elmarknaðin, við væl omanfyri 5 milliónum íbúgvum, sum absolut í minni lagi til, at ein slíkur elmarknaður kann virka optimalt.

Tíbetur hevur SEV ikki latið seg kroysta til at yvirgeva seg fyri hesum ágangi frá vinnuligu seráhugamálunum umboðað av borgarliga landsstýrinum, og serstakliga Sambandsflokkinum.

Tað vildi nevniliga verið ein sonn vanlukka bæði fyri føroyska samfelagið og meiniga borgaran, um tað hereftir bara skuldi verið kynisma og grammleiki, sum skal verða tann berandi grundvøllurin undir umstillingini av samfelagnum til grøna orku.

Gølan í Bústøðum
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at dýrka prísin á streymi óneyðugt við politiskum inntrivum og avmarkingum í kappingini, minnir ikki sørt um ódámligu gøluna við Bústøðum, har Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú í felag hava kroyst henda samhaldsfasta felagsskapin til at profitera uppá bústaðarneyðina við at krevja eitt lógásett yvirskot, enntá regulerað av spekulantum á marknaðinum.

Tað hendi nevniliga tað harmuliga, at tá Húsalánsgrunninum varð givin heimild at fíggja nýggja bústaðarbygging upp til 450 mió. kr, so tvingaði politiski myndugleikin Bústaðir til at brúka 250 mió. kr. til bústaðarbygging - saman við øðrum íleggjarum! Grunnurin kann sostatt ikki longur fara undir sjálvstøðuga bústaðarbygging, eins og higartil. Og ikki nógmikið við tí , - nú skal Grunnurin virka undir somu treytum, sum júst hesir somu íleggjarar, tvs. hava teir ásett sær ein vinning uppá t.d. 20 % av verkætlanini, so skal grunnurin eisini hava sama vinning! Onki er so vist sum, at eitt slíkt obligatoriskt avlopskrav sjálvsagt í síðsta enda dýrkar íbúðarbyggingina tilsvarandi. Og hvør gerst so taparin aftur hesuferð – sjálvsagt tey sum leiga búeindirnar, - tá tað eyðvitað verða tey, sum i síðsta enda skulu rinda henda óneyðuga meirkostnað yvir leiguna. Áður galdandi princip um, at íløgan bara skuldi hvíla í sær sjálvum er hervið endaliga slept uppá fjall.

Tað er nú bert at vóna, at tað ikki fer at eydnast Sambandsflokkinum og politisku skutilsveinum teirra at innføra hesi somu spekulatiónsprincipp frá Húsalánsgrunninum til ravmagnsøkið við teimum óneyðugu høgu elorkuprísum, sum hetta natúrliga inniber.

Drál í kærunevndini
Vit vita, at málið um at geva Vindrøkt ein ólógligan licens at framleiða streym frá Gellingarkletti, har ongin annar slapp - ella sleppur – framat, grundað á ekslusivavtaluna við Siggert Patursson, bleiv kært til Vinnukærunevndina, beinanvegin, sum játtanin varð givin.

Kæran tekur heilt einfalt støði í tí veruleika, at Umhvørvisstovan totalt hevur ignorerað lógarfesta kravið um obligatoriska hoyring hjá SEV, - at Umhvørvisstovan hevur valt at vanvirða princippið í lógini um javnbjóðis kapping, har allir tilboðsgevarar skulu hava sama møguleika at lata inn boð, - og ikki minst sær stórt uppá tann ovurstóra aktuella trupulleika, at elkervið als ikki er útbygt, og búgvið at taka ímóti hesi ovurstóru yvirskotsorku frá Gellingarkletti, har meginparturin ella meira enn 80% fer fyri skeyti, undir verandi fyritreytum við tí úrsliti, at SEV, og harvið føroyski borgarin, verður skuldskrivaður fyri heilar 60 mio. kr. fyri nyttuleysa yvirskotsframleiðslu frá hesum privatmonopoli á Gellingarkletti.

Tað sum kann undra stórliga, og virkar alt meira og meira ófrættakent, sum tíðin líður, er ónatúrliga drúgva tilgongdin í samband við viðgerðina av hesi kæru, alt meðan henda góða vindmylluútbygging, sum kært verður um, heldur áfram við miklari ferð, eins og ongin kæra nakrantíð var innsend. Fyri Vindrøkt ræður eyðsæð um at leggja mest møguligt trýst á myndugleikarnar, og helst koma kærunevndini í forkeypi, soleiðis at bæði kærunevnd og myndugleikar verða stillað yvirfyri einum sokallaðum “fait accompli”, har vindmylluætlanin er liðugt gjøgnumførd, so ongin vegur er aftur, líka mikið hvat úrslitið er.

Náttúrufriðingarnevndin ignorerað
Virðingin mótvegis myndugleikunum kann jú liggja á einum ávísum stað, og besta dømi um hetta er, at farið varð í gongd við fullari ferð enntá langt áðrenn nakað formligt loyvi varð givið frá náttúrufriðingarmyndugleikunum, sum øll vita er ein heilt avgerðandi og grundleggjandi fyritreyt fyri at kunna fara undir slíkar útbyggingar yvirhøvur.

Tá so Náttúrufriðingarnevndin setti Vindrøkt uppá pláss, og kravdi hæddina á vindmyllunum lækkaðar, so segðist hetta koma teimum sera dátt við. Fatanin hevur ivaleyst verið tann, at tað mest sum var ein sjálvfylgja, at Náttúrufriðingarnevndin gav teimum loyvið, og enntá bara skuldi virka sum eitt automatiserað góðkenningarstempul, tá tað snúði seg um hvørji árin valdu hæddirnar á vindmyllunum høvdu á umhvørvið.

Tað besta av øllum í hesum sjónleiki var, tá Helgi Abrahamsen tók so hjartaliga synd í hesum neyðars felag, sum nú hevði fingið álagt ein meirkostnað uppá 42 mio. kr. av hesi lítið samstarvshugaðu Náttúrufriðingarnevnd!

Ongin spurdi hann, um ikki Vindrøkt, ikki bara hevði sær sjálvum, og ongum øðrum at takka fyri, at teir kanska vóru noyddir at rinda henda meirkostnað! Um teir kanska ikki í sínari hugmóð høvdu tikið góðkenningina frá Náttúrufriðingarnevndina uppá forskot, og ikki virdu hesar myndugleikar so frægt, at teir hirdu at bíða eftir formligu góðkenningini áðrenn vindmyllurnar vóru umbidnar.

Tað síðsta, sum frættist í hesum ódámliga leiki er, at Náttúrufriðingarnevndin hevur bakkað fyri trýsti frá Spf. Vindrøkt, og knappliga tikið atlit til eitt sokallað politiskt ynski um útbygging av grønu orkuni í Føroyum, - og ikki tey náttúruverndaratlit, sum nevndin er sett at umsita sambært lóg!

Tað er fáum beskorið at banka Nátturufriðingarnevndina uppá pláss við eini hóttan um at steðga við ólógligu útbyggingini á Gellingarkletti, men hetta hevur Vindrøkt so megnað – tillukku við tí!

Borgarligu flokkarnir ikki at kenna aftur eftir 70 árum
Samanumtikið má sigast, at tað er munur á Fólkaflokkinum, og serdeilis Sambandsflokkinum í dag - 70 ár seinni - í mun til 1951, tá hesir somu flokkar sótu við róðrið í Tinganesi. Í hesum sváru kreppuárum játtaðu teir nevniliga SEV eitt veðhald til útbyggingina av vatnorkuni í Vestmanna uppá heilar 7,5 mio. kr. Hetta var ódnartak og ómetaliga nógvir pengar tá í tíðini, tá samlaða føroyska fíggjarlógin ljóðaði uppá bert 8,8 mio. kr. Við øðrum orðum var talan um eitt veðhald uppá ca. 85 % av landsins árligu fíggjarlóg. Hetta hevði svarað til, at landið í dag játtaði eitt veðhald til SEV uppá 85 % av ca. 7,1 mia. kr, ella ca. 6. Mia. kr, ella gott og væl tað, sum ein Suðuroyartunnnil kostar, og sum skuldi verið meira enn ivaleyst til alla umleggingina til grøna orku á landi fram til 2030.

Tað verður ført fram, at SEV ikki hevur fíggjarliga orku til grøna orkuskiftið, og m.a. tí má elkervið privatiserast, og stórkapitalurin koma inn á hetta samfelagsliga vitala økið við sínum krøvum um profitt.

Kann vera at SEV fíggjarliga ikki megnar alt orkuskiftið í einum eftir heilt stutta tíð, men ongin nevnir møguleikan, sum í 1951 at veita landskassaveðhald til kommunala lutafelagsskapin SEV, so øll neyðug fígging beinanvegin fæst til ovurstóru íløgurnar til grøna orkuskiftið – og hví ikki nýta sama leist sum í 1951? Og hvat er annaðleiðis í dag enn í 1951? - Er el- orkuútbyggingin ikki líka avgerandi og týdningarmikil fyri føroyska samfelagið sum tá, og eru flest allar kjarnufunktiónir í samfelagnum ikki framvegis tengdar at eini slíkari útbygging eins og í 1951? Tá veitast kunnu veðhald fyri tunlum fyri milliardaupphæddir, so skuldi vælsaktans eisini verið møguligt, um neyðugt, at veitt alment veðhald fyri átrokandi og alneyðugum orkuútbyggingum til elfelagsskapin SEV, sum vit øll eiga og hava ábyrgd av!

Tað tykist sum ein hugburðsbroyting er farin fram í samfelagnum hesi 70 árini. Í 1951 vóru føroyingar sinnaðir at lyfta í felag og taka lógvatak saman, øllum samfelagnum at gagni – nú í 2021 sýnist tað, sum tað bara eru egoisma, grádigheit og kapitaláhugamál, sum stýra politisku skipanini!

Bjørn á Heygum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo