Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyritøkan GroAqua sum veitir ymsar vørur og tænastur til alivinnuna, og hevur heimstað í Fuglafirði, hevði ein vinning eftir skatt uppá 10 mió kr í fjør. Tað skal samanberast við smáar 18 mió kr í vinningi árið fyri.

Bruttovinningurin minkaði við tveimum mió kr til smáar 30 mió kr og starvsfólkaútreiðslurnar vórðu samstundis góðar 19 mió kr, sum er stívliga fýra mió kr meira enn árið frammanundan. Miðaltalið á fulltíðarsettum starvsfólkum vaks úr 30 til 39.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at ein vaksandi partur kemur frá sølu uttanlands. Hon var umleið 78% í fjør í mun til 61% í 2022.

GroAqua æt fyrr JT Electric og í januar í ár gjørdist norska fyritøkan Havida AS eisini ein partur av samtakinum.

Fíggjarstøðan javnvigar við 130 mió kr og eginognin er 78 mió kr.

Dóttirfeløg eru í Póllandi og Skotlandi.

Partafelagið Skrínið eigur GroAqua.

 Suni Justinussen er stjóri.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo