Jørðin er ein vælsignaður staður fyri øll tey, ið hava tað gott. Tað er eingin sjálvfylgja, at tað gongst okkum væl. Tað er ein forrættur at búgva í einum landi, har samfelagið tekur broddin av neyð og fátækt, sjálvt um alt ikki er fullkomið.
Hóast kristnin er tilvitað um, at jarðarinnar ríkidømi ikki er alt, eru vit sjáldan heilt nøgd við støðuna. Vit tráa eftir vøkstri í krónum ella tign millum manna.
Tráanin eftir ríkidømi er lívsins fylgisveinur eins og skuggin. Hóast tey mongu orðini sipa til andaliga hugsan, dvølur hugurin við tað tímiliga og jarðiska. Tað er ikki eins vakurt, og tað ljóðar.
Tann himmalski gripurin er jarðarinnar stóra eydna. Lukkuligur er tann maður ella tann kvinna, sum stundar á og søkir tann himmalska gripin.
Mongum okkara er jørðin góð. Tað er als eingin orsøk at lasta tað jarðliga. Men tann himmalski gripurin er tað besta av øllum. Himmalin veitir menniskjum ljós yvir dagin og vegin.
Tað er mín vitnisburður, at tað himmalska bøtir um og ger allar lutir betri. Eisini tað neiliga fær gagn av tí himmalska.
Himmalin megnar at broyta eina neiliga virkisskrá, so hon skapar vælveru heldur enn trega. Vit siga mangan, at okkum tørvar eina hugburðsbroyting á hesum ella hasum økinum. Tá ið himmalin nemur eitt menniskja, og vit lata okkum mynda úr erva, hendir nakað við okkara hugsan, verki og atferð.
Gripurin í himli, tann fremsti av øllum! Gripurin hevur eitt fevnandi navn. Hann fekk navnið Jesus, tí hann skal frelsa fólkið frá syndum teirra.
Jesus megnar at broyta hugin svá, at tað veruliga er talan um eina hugburðsbroyting. Tá ið vit lýsa hesa andaligu hugburðsbroyting, nýta vit vanliga orðini, ið skriftin nýtir: At vit mega venda um, at vit komu til umvendingar.
Tað orðið nýtti Jesus í síni kallan og prædiku: “Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!” (Markus 1,15).
Á frummálinum merkir umvending, at vit fáa eitt nýtt sinnalag og eina nýggja tilgongd til øll viðurskifti.
At lata seg mynda av Jesusi økir um innihaldið í lívinum og góðskuna á tí vanliga og gerandisliga. At lata tann himmalska gripin verða tann frymil, ið vit liva eftir, broytir lívsháttin svá, at sjónarringurin víðkast, so vit taka medábyrgd av samfelagnum.
Tá ið vit endurgeva áminningina frá Jesusi, at vit ikki skulu samla okkum gripir á foldum, er tað skjótt at hugsa um tey múgvandi og ríku. Onkuntíð geva vit teimum ein minni vakran lestur og halda, at tey einans hugsa um seg og sítt.
Á sama hátt sum fátøk fólk eru ymisk frá einum til annan, á sama hátt eru tey ríku ymisk frá einum til annan. Eisini vit miðal ríku eru ymisk í hugsan og atferð. Tað er ikki heppið, at vit nýta yvirskipaðar orðingar um ein hóp av fólki, ið líkist.
Havi prædikað í fjøruti ár, og eitthvørt óheppið er sagt. Uttan at bera í bøtuflaka fyri mær sjálvum mega vit liva við tí veruleika, at soleiðis eru korini hjá okkum, ið tala alment.
Á hesum sinni verður staðfest, at mong rík og múgvandi fólk, ið komu til trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara, hava dugnað nærumhvørvinum og samfelagnum væl. Nakað av teirra vælgerandi verki er alment. Annað verður gjørt í stillum.
Gripurin í himli – Jesus – fær tey múgvandi og ríku at hugsa breiðari og øðrvísi enn áður, so ein partur av teirra ríkidømi onkursvegna gagnar almenninginum.
Mær fall í lut at gerast miðal ríkur, tá ið hugsað verður um ríkidømi jarðar, góðs og fæ. Hvussu eg nýti míni evnir og umsiti mínar talentir, tað er júst tað, ið eg standi til svars fyri tann eina stóra dag. Sá eg onkran í neyð og fátækt, ella sá eg einans meg sjálvan og míni?
Gripurin í himli er lutur alra teirra, ið ákalla Jesu navn. Tað avgerandi er at vera ríkur í Jesusi, at tað himmalska fær loyvi at varpa ljós og gleði inn yvir gerandisdagin.
Tað merkir ikki, at vit skulu sita hendur í favn og eygleiða neyð teirra treingjandi. Tað merkir ikki, at vit einans skulu síggja veikleikar og feilir teirra ríku.
Tað merkir einfalt, at vit hvør í sínum lagi skulu gagna menniskjum, ið koma á okkara lívsleið, so vit eru ein livandi vitnisburður um ta dýrd, ið eyðkennir gripin í himlinum.
Teir góðu gerningarnir tala til medmenniskjað og eru ein vitnisburður um lívsins Guð, um verk vára varpa ljós á Jesus. Amen.
Orðið: “Men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala.” (Matteus 6,20).
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo