Filmsfelagið: Nýggi filmurin ”Fuld af kærlighed” er hann, sum gongur best í donskum biografum beint nú. Mikudagin er hann í Filmsfelagnum, har Súsanna O. Skaale fer at innleiða sýningina. Teitur hevur gjørt temasangin saman við Swan Lee.
- Tá ið eitt foreldur er rúsbundið, rakar tað ikki bert hann ella hana, men eisini børnini og makan - øll verða á ein ella annan hátt ávirkað av bundinskapinum, sigur Súsanna undan sýningini.
- Lívið í hesum familjum er mangan merkt av loyndarmálum, tøgn og skomm, og tí kann ein filmur sum hesin lýsa nakað av tí trupla og orðleysa, sum fer fram, og kann hjálpa okkum at skilja, at ein rústrupulleiki ikki bert er ein einstaklinga-trupulleiki, men eisini ein familjutrupulleiki, sigur Súsanna.
Undir yvirskriftini ”Fuld af kærlighed” hevur danski leikstjórin Christina Rosendahl (f.1971) gjørt ein grípandi spælifilm um fyllskap við støði í egnum oyðileggjandi upplivingum við drykkjuskapi, og síðani um kærleiksfullu avbjóðingina, at fáa familjuna aftur á beint. Christina hevur fyrr gjørt søguliga lýsandi spælifilmar sum ”Idealisten” og ”Vores mand i Amerika”, ið vit fyrr hava víst í Filmsfelagnum.
Vita vit ikki betur, er hetta eitt heilt vanligt húski í Danmark, sum verður lýst í nýggja filminum, sum vakurt og tvítýðugt hevur fingið heitið ”Fullur av kærleika”.
Eftir eina álvarsliga ólukku heima fær pápin (Lars Ranthe) tað ósvitaliga krav frá bæði konuni (Stine Stengade) og teim trimum børnunum: tú skalt leggja av at drekka og fara í viðgerð, ella sært tú okkum ikki aftur!
Tá stendur tjúgu ára gamla dóttirin, Sofía (Viilbjørk Malling Agger), mitt í eini kreppu, sum í veruleikanum er pápans og ikki hennara. Ístaðin fyri at byrja sítt egna lív við vinkonum og fara út at ferðast við sjeikinum, tekur hon á seg ábyrgdina fyri, at húsið ikki skal kollsigla, nú pápin eftir fimm vikur í viðgerð kemur heim aftur edrúur, men kanska ikki er so stuttligur longur. Tað heldur í hvussu er mamman. Mentalu timburmennirnir, sum tey bæði í felag hava goymt og bundið niður í mong ár, eru ikki burtur, men koma upp at blása og skapa hóttandi støður, har Sofía má traðka til. Men innan hon kann hjálpa øðrum, má hon sjálv læra seg, hvar mørkini ganga.
Væl møtt til næstseinastu sýningina í Filmsfelagnum í Havnar Bio fyri summarsteðgin.
Seinasti filmur er holocaustfilmurin ”One Life” við Anthony Hopkins sum Sir Nicholas Winton. Hann verður sýndur mikudagin 19. juni. Vit byrja aftur hin 28. august við filminum ”Maria Montessori: La Nouvelle femme”. Atgongumerkjasølan er byrjað.
Filmsfelagið 12/6 kl 20:00 Fuld af kærlighed (Christina Rosendahl Danmark 2024 110 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo