Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Orð og Myndir/Tordur Niclasen: Sunnudagurin, fyri viku síðan, var ein sera hendingaríkur dagur – fyri alla bygdina.

So at siga allir bátar høvdu loyst og vóru farnir í ”grind”. Ein bólkur av Náhvali – Hvíthvali – var saddur skamt frá bygdini. Og so kom rok í. Fólk stóð og eygleiddi hval og bátar og skjótt frættist, at einir 10 hval vóru skotnir nakað eystanfyri bygdina. Teir vóru skornir upp tætt við, har teir vóru skotnir. Tá sagt verður ”skornir upp”, so er tað spikið,ið hugsað verður um – ella tað ið kallað verður “Mattak” . Tað er tað virðismikla – hvøljan og nakað av spiki.

Bátar sigldu aftur og fram..

Leitaði mær oman á støðna, har nógv fólk var samankomið. Nakað av mattaki var at síggja og fólk hugnaðu sær við at fáa sær ein bita á staðnum. Annars einki tvøst – ei  heldur nakar hvalur. Tá eg so spurdi nærri, fekst at vita, at harraboð vóru komin og at løgreglan úr Tasiilaq var ávegis. Men hon kom ongantíð fram orsakað nógva ísinum, ið foraði.

Ongar kvotir eru tillutaðar Tasiilaq økinum - tí er ikki loyvt at skjóta Hvíthval. Sostatt lógu hvalir og tað sum longu var skorið órørt, har ið skorið var upp eystan fyri bygdina.

Fekk at vita, at roynt var at fáa undantaksloyvi, soleiðis, at tað sum nú allíkavæl var skotið, kundi koma fólkunum í bygdini til góða. Alternativið var, at alt bleiv koyrt burtur – ella at mynduleikin fór avstað við tí. Málið var enda hjá løgregluni í Nuuk og hjá landsstýrinum. So nú mátti bara bíðast í tolni. Og tað má sigast, at bíðað bleiv.

Seint seinrapartin ringdi vinmaður til mín og segði, at nú var svar komið úr Nuuk, loyvið var givið við teirri treyt, at tað skuldi deilast javnt til hvørt hús í bygdini.

Skundaði mær so omanaftur – og var tað hugaligt at síggja, at alt var skorið upp – og lág á kavaklædda vøllinum.

So var farið at býta. Væl fyriskipað. Formaðurin hevði lista í hondini og las upp navn á persóni, ið umboðaði tað ávísa húsið. Fólk stóð klár við plastikposa í hond – bíðað varð í toldi. Eingin troðkan, sjálvt um so at siga øll bygdin var samankomin á avmarkaðum øki. Tá so títt navn varð lisið, fórt tú fram og fekk í posan 3 pettti av mattakki. Tá so seinasti persónur á listan hevði fingið – og enn lág nógv eftir, varð byrða av nýggjum og fekst tú tá aftur 3 petti av mattakki.

Hátturin at býta var tann sami, tá komið varð til tvøstið.

Hetta kom sera væl við – ikki minst í eini tíð, har hyllaranar í handlinum eru so at siga tómar og fíigjarligi førleikin hjá mongum sera avmarkaður.

Fagnaðurin var stórur og hugaligt at síggja hvussu hendan gávan í takksemi varð móttikin  og fingin til høldar – stutt áðrenn sólin fór til viða.

NB: Hvíthvalur er ein Náhvalur – hvítur og uttan ta longu tonnina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo