Ein grind hevur lagt beinini í Klaksvík í morgun.
Teir gott 30 hvalirnir vórðu funnir útfyri Trøllanes í morgun og endaðu í Klaksvík, har drápið gekk hampuliga væl hóast grindin fór í tveir bólkar.
Grindin verður skift til grindafólkið, sigur Louis Poulsen, grindaformaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo