Visit Runavík: Í Funningi gera tey seg til reiðar nú víkingar gera innrás í bygdini. Talan er um stóra barnatiltakið ”Grímsleikir,” sum verður bæði leygar- og sunnudagin. Heitið sipar til Grím Kamban, ið sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal vera komin til Funnings í 825 e.K.
Tað man vera eitt gamalt hugskot og ynski í bygdini at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban, og í 2023 varð standmyndin eftir Hans Paula Olsen avdúkað.
Nú Runavíkar kommuna í hesum døgum skipar fyri mentanarviku, og eitt víkingatiltak skuldi samskipast, var tað tí eyðsæð at Funningur skuldi verða karmurin um hetta serstaka barnatiltak um víkingar. Umframt at royna seg í ymiskum víkingaleikum so sum longdarlopi, spjótkasti, togtogan og árataki, ber eisini til at síggja eldsmiðin og aðrar handverkarar arbeiða.
Sunnudagin verður júst saman tiltak sum leygardag, men harumframt verður ein serstøk forðarenning, sum fevnir um kapprenning, longdarlop, spjótkast, balansubumm og annað.
Víkingarnir seta tjøld upp mitt í bygdini beint við skúlan, ið eisini er opin til høvið, har kaffi o.a. verður at fáa. Tiltakið er, sum nevnt, partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og opið verður leygardagin frá 12:00-17:00 og sunnudagin frá 13:00-16:00. Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo