Sunnudagin vóru fleiri tíggjutúsund savnað til klimademonstrasjón í Amsterdam. Svenski klimaaktivisturin Greta Thunberg var eisini har.
Hon brúkti høvi til at knýta klimastríðið saman við støðuni hjá palestinum í Gaza.
- Sum ein rørsla fyri klimarættvísi eru vit noydd til at lurta eftir teimum kúgaðu, segði hon millum annað, men tað fall ikki í góða jørð hjá øllum.
Ein maður kom brádliga upp á pallin og royndi at taka mikrofonina frá svenska klimaaktivistinum.
- Eg eri komin her fyri at hoyra um klima, ikki politiskan boðskap, segði hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo