- Hetta er so látúrligt. Donald má fara at fáa sær hjálp so hann fær tamarhald á illsinninum, og so má hann fara at hyggja eftir einum góðum, gomlum filmi saman við einum vini. Slappa av, Donald, slappa av.
Nakað soleiðis skrivar svenski umhvørvisaktivisturin, Greta Thunberg, í einum twitterboðum til Donald Trump, sum er kroystur nú hann stendur at tapa forsetavalið.
Orðini hjá Gretu eru meinlík teimum, sum Trump brúkti um hana, tá hon fyri einum ári síðani var útnevnd til "ársins persón" av Time Magazine.
At luftin er ísakøld ímillum tey bæði kom eisini til sjóndar á veðurlagsráðstevnu í New York, har hann hevði viðmerkingar um hana og hon afturfyri rendi eyguni eftir honum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo