U20 landsliðið hjá Føroyum vann 38-32 á Póllandi í dag.
Hetta var seinni dysturin í B-bólkinum, har Føroyar vunnu tann fyrra ímóti Noreg.
Føroyar komu afturum 1-4, men nærri kom Pólland ongantíð einum sigri, tí føroyingar drógu frá, og var hálvleiksstøðan 19-11 til Føroya.
Í seinna hálvleiki megnaðu póllendingar ikki at hótta, og endaði dysturin 38-32.
Dagsins leikari hjá Føroyum gjørdist Óli Mittún. Hann gjørdi 6 mál, umframt at leggja upp til fleiri.
Føroyar spæla aftur fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo