Flogbóltssambandið: ÍF vann greitt 3-0 á SÍ á Kambsdali í dag í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Í 2. og 3. settið gjørdi ÍF nógvar útskiftingar, og leikti til tíðir við einum næstan nýggjum og óroyndum liði.
Fokus er nógv á finaluna í steypakappingini komandi leygardag og tí blivu fleiri avgerandi leikarar nógv spardir, ímeðan aðrir fingu nógva leiktíð.
ÍF legði hart út í 1. setti við at vinna 25 – 10 á einum heldur spøkum SÍ liði. Í 2. setti kom vend í spælið hjá SÍ. Teir stríddust og spældu væl.
ÍF hevði torført at vinna bóltarnar. Men tá avtornaði, vann ÍF 28 – 26.
3. og seinasta settið í dystinum vann ÍF trygt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo