Mikudagin og hósdagin vóru næmingarnir frá 8. flokkunum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu til áhugavert átak, nevnt “Greið frá tínum yrki”.
Tiltakið var fyriskipað av Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum, KT-felagnum og Prentsmiðufelagnum, saman við Yrkisdeplinum og Tórshavnar kommunu.
Á tiltakinum, ið var á Reinsarínum, fingu næmingarnir høvið at hoyra um ymisk yrki innan handverk og yrkislæru.
Hesi fakini vóru umboðaði hesaferð: Elektrikari, KT-supportari, bilsmiður, kokkur, timburmaður, sniðgevi, hárfríðkan, rørsmiður, gartnari, timbur, málari, tænari/móttøka, krambakallur, stálskipasmiður.
Næmingarnir fingu høvið til í tveimum umførum at hoyra frá handverkarum/yrkislærdum. Samstundis sum onnur í flokkunum vóru og lurtaðu eftir øðrum handverkara/yrkislærdum.
Hugskotið er, at floksfelagarnir aftaná kunnu deila upplivingar, og hava fingið eina fatan av, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærdur, uttan at skula sita ov leingi og hoyra øll 12 fakfólkini greiða frá.
Tórshavnar kommuna fegnast um átakið hjá vinnuni og Yrkisdeplinum at seta fokus á mongu møguleikarnar, ið eru hjá ungum at velja handverk og yrkisútbúgvingar sum útbúgving og starv.
Ætlandi verður eisini FM aftur um mánaðarskiftið februar/mars, ið eisini setur fokus á spennandi møguleikarnar innan yrkisútbúgvingar.
Á myndunum sæst m.o. Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, ið samskipaði tiltakið. Gunvør Balle varaborgarstjóri bjóðaði vælkomin fyrra dagin vegna Tórshavnar kommunu, og Sigurð Ó. Vang, mentamálaeiðari, seinna dagin.
Talið av nýggjum lærusáttmálum hevur seinnu árini í meðal ligið um eini 260, men tað var væl hægri í fjør, tá vóru 360, ið gjørdu lærusáttmála. Hetta er umleið ein triðingur av einum árgangi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo