Á Instagram deilir daman hjá Mason Greenwood ódámligar myndir og ljóðupptøkur av hending sum ljóðar sum ógvislig valdsgerð, skrivar danska Oldtrafford.dk.
Summir enskir miðlar skriva, at tað er fyrrverandi daman hjá Greenwood.
Manchester United hevur sent tíðindaskriv út, har sagt verður, at felagið er kunnað um hendingina.
Avísin Mirror hevur tosað við løgregluna í Greater Manchester, skrivar VG, men løgreglan váttar ikki nøvnini.
Løgreglan skrivar til avísina: Løgreglan er kunnað um myndir og upptøkur sum ferðast runt á sosialu miðlunum. Málið verður kannað nú.
Myndir og upptøkur eru síðani slettað á Instagram.
Nú skrivar Manchester United, at Greenwood ikki verður við til venjingar ella skal leika dystir, meðan málið verður kannað.
Man Utd: "We are aware of images and allegations circulating on social media. We will not make any further comment until the facts have been established. Manchester United does not condone violence of any kind."
— Simon Stone (@sistoney67) January 30, 2022
Man Utd: "Mason Greenwood will not return to training or play matches until further notice."
— Simon Stone (@sistoney67) January 30, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo