Tvær milliónir restaðu í tá gjørt var upp hjá Grant í fjør. Grant hevur heimstað á Vatnsoyrum, og fæst millum annað við at gera vindeyðu og hurðar.
Hóast keðiliga úrslitið, so er tað væl betri enn árið frammanundan, tá hallið var yvir 6 mió kr.
Tað hevur í heila tikið verið tungt hoyggj hjá teimum at draga at royna at fáa javnvág í raksturin. Seinastu fimm árini hevur samlaða hallið áðrenn skatt verið smáar 20 milliónir krónur.
Orsøkin til bøtta raksturin skal finnast í øktum bruttovinningi og minkandi starvsfólkakostnaði.
Eginognin hjá Grant er negativ við góðum 9 mió kr.
Jarnhold Nattestad er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo