Fiskaaling: Granskarar úr Noregi og Svøríki vitja Fiskaaling í hesum døgum í sambandi við at verkætlanin “Talgilt Hjarta” fer av bakkastokki. Eftir ætlan skuldi ein Kick Off fundur vera í Føroyum í vár, men vegna Covid-19 er hesin fundur útsettur til nú.
Talan er um eina granskingarverkætlanin, sum umfatar kanningar av hjørtum á aldum laksi í Føroyum, Noregi og Svøríki.
Gransking hevur staðfest, at aldur laksur hevur trupulleikar við hjartaavskeplingum, og at tørvur er á betri vitan um orsøkirnar. Endamáið við verkætlani er tískil at royna at eyðmerkja, hvørjar orsøkirnar kunnu vera. Henda vitanin skal verða grundarlagið fyri menningini av einum forsagnartóli, sum skal kunna nýtast av alivinnuni til at meta um heilsustøðuna í hjartanum hjá laksinum.
Í arbeiðsbólkinum handan verkætlanina eru granskarar frá Biotøknideildini hjá P/F Fiskaaling og granskarar frá Norges miljø- og biovitenskapelige universitet, Universitetið í Oslo, Universitetið í Göteborg, Sveriges lantbruksuniversitet, DNV, Nofima og Aqua kompetanse.
Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við alivinnuna í Føroyum og Noregi. Luttakandi alifeløgini í Føroyum eru Bakkafrost, Hiddenfjord og Mowi, og frá Noregi luttaka AquaGen, Ellingsen Seafood og Midt-Norsk Havbruk AS.
Granskingargrunnurin Nordforsk hevur stuðlað verlætlanina Talgilt hjarta við 7.940.000 norskum krónum. Stuðulin verður veittur í sambandi við Norðurlendska granskingar- og nýskapanarprogramminum fyri burðardygga aling.
Verkætlanarleiðari er Ida Beitnes Johansen, lektari á NMBU. Føroyska heitið Talgilt hjarta kemur frá enska heitinum Digiheart: Machine learning applied to predicting and preventing production loss in aquaculture.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo