Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fiskaaling: Sissal V. Erenbjerg, PhD-lesandi og granskari á P/F Fiskaaling, hevur fingið 940.000 krónur frá Granskingarráðnum til verkætlanina Forritan av fjarðamyndlinum FarCoast og háavrikandi teldumegi.

Sissal Vágsheyg Erenbjerg hevur saman við starvsfeløgum ment eitt nýtt 3D modell fyri havið um Føroyar og kring oyggjarnar. Modellið, sum kallast FarCoast800, kann framleiða upplýsingar til gransking og mátingar, soleiðis at vit kunnu gera forsøgnir fyri útskifting á firðunum. Tá ber eisini til at siga nakað um eitt nú spjaðing av laksalús.

Fyri at kunna koyra eitt tílikt modell í Føroyum krevst háavrikandi teldumegi, ella “superteldur”. Fiskaaling hevur atgongd til júst slíka teldumegi vegna samstarv við Havstovuna í Bergen. Nú nýggj teldumegi er útvegað er ætlanin, at verkætlanin skal framleiða nýggj, týðandi úrslit. Tað er serliga í mun til forritan av skipanunum til at nýta háavirikandi teldumegi, hendan værkætlan eisini leggur dent á. Hesin parturin verður framdur í samstarvi við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Talan er um eitt myndlatól, ið byggir á ROMS og NorKyst skipanirnar. Tólið, sum verður ment í samstarvi millum Fiskaaling og Havforskningen í Bergen, hevur heitið FarCoast. Tað skal nýtast til millum annað at kortleggja streymviðurskriftini í Sundalagnum.

Júst Sundalagið verður nýtt sum dømi um ein fjørð, har ein modellkanning verður gjørd av útskifting av sjógvi í sundinum. Modellið tekur hædd fyri, hvussu vindur og vindferð, umframt bótnskapið í Sundalagnum, ávirka streymviðurskiftini og útskiftingina.

Modelkanningin verður gjørd við ROMS-skipanini, sum er bæði kend og væl hóskandi til hetta endamálið. Tann føroyska simuleringin, FarCoast, verður gjørd við íblastri frá norska fjarðarmodellinum NorKyst, sum eisini er ein væl kend og hóskandi skipan. Hildið verður, at norsk og føroysk viðurskifti eru sambærlig í fleiri mátar.

FarCoast-uppsetingin fyri Sundalagið er býtt í tríggjar ymiskar simuleringar, eitt nú 800m, 160m og 32m, alt eftir hvat fyri upplýsingar um rák eru ynsktar.

Bogi Bech Jensen, formaður fyri faknevndini fyri stuðul til gransking, sigur í eini viðmerking, at: Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini.

Verkætlanin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg hevur stóran týdning fyri samlaða granskingarvirksemið hjá Fiskaaling, har nógv orka verður løgd í at framleiða alsamt størri vitan um náttúruna og vistfrøðina í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo