Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Í Føroyum eru vit tryggjað, at blóðroyndir, vit lata heilsuverkinum ella í sambandi við luttøku í gransking, ikki verða brúktar til annað enn tað, sum tú hevur givið loyvi til.

Í vikuni kom fram í donskum miðlum, at blóðroyndir hjá borgarum í Danmark hava verið brúktar til eitt nú gransking, uttan at borgarin er varugur við hetta. Í Danmark hava tey eina skipan, har borgarin skal strika seg úr sonevnda Vævsanvendelsesregistret, um hann vil hava, at blóðroyndir, sum eru latnar heilsuverkinum, ikki skulu brúkast til gransking.

Í Føroyum er samtykkið tryggjað í lóg, og mannagongdin er, at fólk altíð skulu lata samtykki, um blóðroyndir ella annar vevnaður skulu brúkast til gransking. Tað merkir, at um tú letur eina blóðroynd í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, so kann blóðroyndin bert brúkast til gransking, um tú hevur játtað.

Letur tú eina blóðroynd í sambandi við luttøku í gransking, kann hon bert verða brúkt til tað ítøkiliga endamálið, sum tú hevur fingið upplýst, tá tú játtaði at luttaka. Skal blóðroyndin brúkast til annað, krevst nýtt samtykki frá tær, og kravið er, at tú fært upplýst nágreiniliga, hvat tín roynd verður brúkt til. Hetta verður rópt kunnað samtykki.

Kunnað samtykki í sambandi við luttøku í heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum er ásett í kap. 3 í lóg um vísindasiðsemisnevnd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo