Á danska Center for Sund Aldring er kannað, um mann kann ávirka biologisku aldringina við til dømis at leypa morgunmatin um.
Fólk yvir 65 ár sum eru sunn og røsku skuldu røra kroppin ein tíma dagliga, onnur skuldu taka vitaminískoyti og so var ein bólkur sum skuldi fasta millum 20 á kvøldi til klokkan 12 dagin eftir.
Endamálið við hesi kanningini var at vita, um nú gjørligt er at ávirka biologisku aldringina.
Granskarin Morten Scheibye-Knudsen hevði gitt, at bólkurin sum rørdi kroppin, motioneraði, fór at fáa størst gagn, men hann gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið tað vísti seg at tey sum fastaðu fingu besta úrslit.
- Tey, sum fastaðu, lætnaðu. Millum 10 og 20 prosent av fitinum hvarv, og vit sóu at serliga tey elstu, sum vóru við í kanningini, gjørdust yngri, tá ið vit kannaðu blóðið, sigur granskarin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo