Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Arsenal hevur lagt seg á odda við átta stigum í Premier League. 

Hetta er greitt, eftir at The Gunners í dag vunnu Norðurlondon-uppgerðina móti Tottenham Hotspur við tveimum málum móti ongum. 

Dysturin varð leiktur á heimavøllinum hjá Spurs, og har var tað Spurs-málverjin Hugo Lloris, sum var so óheppin at gera sjálvmál í 14. minutti av fyrra hálvleiki. 

Í 36. minutti økti Martin Ødegaard um Arsenal-leiðsluna við einum frálíkum langskoti, og hóast Spurs-leikararnir tóku annað skinn um bak í seinna hálvleiki og vóru nær við at koma inn aftur í dystin í fleiri umførum, so megnaðu Arsenal-leikararnir at ríða stormin av og tryggja sær tey trý stigini.

Arsenal hevur nú 47 stig á 1. plássi, meðan Manchester City hevur 39 stig á 2. plássi. Newcastle og Manchester United hava 38. stig á ávikavist 3. og 4. plássi. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo