Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Nú kanst tú melda teg sum vert til Grannakaffi og stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Melda til her.

 Í ár fært tú uppskrift til eina leskiliga kaku, sum ofta stendur á borðinum heima hjá høvuðskokkinum á vælumtóktu matstovuni, KOKS. Ein klassisk fronsk kaka, clafoutis, sum Poul Andrias Ziska og unnusta hansara, Rakul Ingolfsdóttir, hava sett sín egna dám á. Upprunaliga stavar bulurin í uppskriftini frá Instagram-vanganum hjá Christel Pixi, og so hava Rakul og Poul Andrias bygt víðari upp á hana.

- Eg elski at gera dessertir, tá eg eri til arbeiðis, men við hús er tað mest Rakul, sum stendur fyri bakingini, sigur Poul Andrias.

Tað, honum serliga dámar við júst hesari køkuni, er tann góði konsistensurin, og at hon kann gerast í fleiri variantum við at brúka ymiska frukt, m.a. blommur, rabarbur og kirsiber.

Um orsøkina til, at tey nú lata yndisuppskriftina til Grannakaffi, sigur Poul Andrias:

- Øll kenna onkran ella fleiri, ið eru ella hava verið rakt av krabba – og tað gera vit eisini. Vit vilja fegin hjálpa Krabbameinsfelagnum, tí vit halda, at tey gera eitt gott arbeiði, og tí at krabbi er ein sjúka, ið vit øll onkursvegna koma at merkja fyrr ella seinni. So um vit kunnu hjálpa bara eitt lítið sindur við at lata eina uppskrift til Grannakaffi, so eru vit ógvuliga fegin um tað.

Vikuskiftið 15.-17.mars skipar Krabbameinsfelagið fyri Grannakaffi, sum er liður í støðuga arbeiðinum at hjálpa krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi.

Tú kanst melda teg sum vert til Grannakaffi og bjóða grannum, vinum, starvsfelagum, familju og øðrum á gátt til ein drekkamunn. Gestirnir rinda so eftir førimuni og í trúnaði eitt oyra, sum fer óskert til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.

Freistin at melda seg sum vert til Grannakaffi er mikudagin 6. mars 2019. Les meira um tilmelding á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum www.krabbamein.fo

Clafoutis a là Poul Andrias og Rakul
Ein klassisk fronsk kaka, ið kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Hendan útgávan er gjørd við romm-súltaðum blommum, men kann eins væl gerast við berum ella rabarbum, ið mong munnu hava í havanum. Mann kann saktans brúka tey frísk - og ikki súltað - sum í hesi uppskriftini.

Kakan (til 8 kakustykki)
100 g. sukur
3 heil egg
115 g. smør
130 g. hveitimjøl
2,5 dl. mjólk
½ tsk. vaniljuekstrakt (vit brúka eina heimagjørda, men tú kanst saktans brúka eina keypta)
Uml. 300 g. blommur

Hita ovnin til 190 stig. Smyr ein springform ella tertuform við leysum botni við smøri.

Koyr mjólkina og smørið í eina grýtu og set hana yvir lágan hita, til smørið er smeltað.

Píska eggini og sukrið saman, til tað gerst ljóst og lætt. Tá sukrið og eggið eru pískað væl saman, sílar tú mjølið í og blandar, til ongir turrir mjølklumpar eru í - blandingin skal vera einsháttað.

Rør nú mjólkina/smørið og vaniljuekstraktina spakuliga í, og rør til blandingin aftur gerst einsháttað deiggj.

Deil blommurnar javnt í formin og stoyt deiggið yvir tær. Baka í ovninum í 30 til 40 min., til kakan er lætt gylt og næstan heilt føst í miðjuni.

Lat kakuna køla.

Av tí at hendan kakan líkist meira eini pannukøku í konsistensi, dámar mær væl at koyra karvaðar mandlur ella annað slag av nøtum yvir hana fyri at fáa bit í hana, og so servera hana saman við súrróma.

Væl gagnist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo