Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú seinnapartin setti borgarstjórin Heðin Mortensen hol á úti á Molanum, har nýggja farstøðin kemur at standa. Sostatt er byggingin av nýggju farstøðini farin í gongd.

Stásiliga farstøðin úti á Molanum verður samanlagt yvir 8.000 fermetrar til støddar. Ráðgevar eru Henning Larsen Arkitektar (Ósbjørn Jacobsen), LBF Ráðgevandi Verkfrøðingar, PBC og Verk.fo. Tað er Articon, sum byggir nýggju farstøðina.

Í nýggju farstøðini verða bæði pakkhús og skrivstovuhøli. Hetta verður høvuðssætið hjá Smyril Line. Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum eina nógv betri tænastu.

Í juni 2021 undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu sáttmála um at samstarva um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Borgarstjórin segði, at talan er um eina stórhending fyri Havnina og landið alt. Talan er um eina sera stóra verkætlan, sum verður allari ferðavinnuni at gagni.

Betraðu umstøðurnar og skipaðu viðurskiftini fara eisini at verða til stórt gagn fyri ikki bara Smyril Line, men fyri kommununa, tollvaldið og fleiri avgreiðslur á økinum.

At enda frøddist borgarstjórin um, at Smyril Line við hesum hevur grundfest seg í høvuðsstaðnum, og ynskti í sama viðfangi Smyril Line tillukku við, at ikki færri enn tvey nýggj og stór farmaskip eru ávegis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo