Í kvøld og fram ímóti morgni verður kalt, niður í minus trý stig, ein ond eystaneftir, samdrigið men turt. Í annaðkvøld fer at kava og hann veksur sum frálíður vindin uppí ein strúk.
Týsdagin fyrst strúkur í vindi av landnyrðingi og tað verður kavi ella heglingsælingur. Sum dagurin líður minkar hann vindin niður í lot til frískan vind, hann fer yvir í útnyrðing og tað slítur í. Hitin ímillum frostmarkið og minus tvey stig.
Mikudagin gul av norði, sólglottar og hitin ímillum eitt og minus trý stig.
Hósdagin gul til lot av norði ella landnyrðingi, kavaælingar og sólglottar og hitin ímillum frostmarkið og minus tvey stig.
Fríggjadagin verður frískur vindur av norði, sólglottar men eisini okkurt kavaæli og hitin um frostmarkið.
Næsta vikuskifti kemur hann eisini av norði ella útnyrðingi, lot til frískan vind og hitin um frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo