Tað er sjálvandi ein viss óvissa, tí enn er ein lítil vika til nýggjársaftan. Men eru veðurforsøgnirnar eftirfarandi, so verður gott veður til bál og rakettir gamlaárskvøld. Vindferðin verður at kalla ongin, fyrst ein ond vestaneftir, seinnapartin snarar hann í eystan og landsynning, tað verður turt og hitin um fimm stig.
Dagin eftir, nýggjársdag, verður søgan tó ein onnur. Tá frískar hann vindin sum frálíður upp í ein strúk av landsynningi, seinni av útsynningi, og tað fer at regna nokkso illa í nakrar tímar mitt á degnum. Hitin kemur upp í 8 stig.
Fram til nýggjársaftan verður gott og støðugt veður við nógvari eysturætt, men roknast kann við ælaveðri teir flestu dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo