Borgarstjórin í Nes Kommunu hevði góða orsøk at smílast tá valúrslitið var greitt í gjár - hann hevði tvífaldað sítt atkvøðutal síðani seinast. Hann fekk 339 atkvøður. Tað vil eisini siga, at meira enn triðji hvør, sum var á vali, atkvøddi fyri honum.
Næstvaldi fekk 89 atkvøður.
Tveir listar vóru, listin hjá borgarstjóranum, listi A, fekk 6 sessir, listi B fekk 1.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo