Gott at Landsstýrismaðurin bakkaði frá síni uppruna ætlan.
Hann hevði annars boðað skipinum frá, at hann vildi geva loyvi at landa sild uttanlands frá 14. Nov. og heilt fran til 31. desember.
Móttøkuvirkini vistu einki og vóru ei heldur hoyrd. Tó, allur bati bøtur.
Ein vika er frægari enn restina av árinum, so okur mugu staðfesta, at Landsstýrismaðurin fyribils er komin til fornuft.
Tað gevur, sum áður umrøtt, onga meining yvirhøvur, at blíva við við at flyta okkara dýrabara tlfeingi av landinum, til onnur at framleiða víðari.
Bjarni Hammer
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo