Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt línuskip er á Íslandsrtygginum og eitt av teimum smærru er á Føroyabanka. Bæði landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, eitt ar á Íslandsrygginum, fýra eru á landgrunninum og so er eitt við Grønland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður hampulig so vit væntað nakað av útróði, tó ikki nógv fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur út á Føroyabanka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroyabanka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva. Báðir landa væntandi í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Tveir trolbátar eru á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir landa væntandi síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo