Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí. Eitt fiskar í grønlendskum sjógvi, meðan hinir eru í íslendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Fiskaríið er gott.
Streymurin harðnar sum vikan gongur og tað verður høgætt alla vikuna, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Teir stóru útróðrabátarnir koma tó helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiðu og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Hin er á beding.
Fimm pør eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga tosk, longu, hvíting og hýsu. Fiskaríið er brúkiligt.
Fýra trolbátar eru til fiskiskap. Tveir landa mánadagin, meðan hinir landa seinni í vikuni. Teir hava mest av havtasku, toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Møguliga fer onkur út í næstum.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo