Tað verður lítil vindur og gott veður næsta leygardag tá Bátastevnan er í Vestmnna.
FVorsøgnirnar lova av besta veðri um vestmannaleiðina. Vindurin verður lítil, ættin landsynningur og sólin sær. Eisini verður heilt hampuliga lýtt, eini 10-12 stig sambært veðurtænastunum á netinum. Onkrar lova eitt ælstroyggj næsta vikuskifti, men um tað verður leygardagin ella sunnudagin er eitt sindur óvist tá tað er so langt til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo