Ársúrslitið hjá Vaðhorn Seafood setti met í fjør við yvir 9,5 milliónum krónum liggjandi eftir til eigararnar tá gjørt var upp.
Vaðhorn Seafood hevur heimstað á Hulki á Strondum og fæst mest við at keypa, framleiða og selja fiskavøru, bæði innan- og uttanlands.
Rakstrarroknskapurin hjá felagnum fyri 2021 vísir eitt yvirskot á kr. 9.582.269, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísir eina eginogn upp á kr. 27.357.253, stendur í roknskapinum. Tá er vinningsbýti uppá 4 mió kr farnar av. 27 mió kr vórðu goldnar í lønum, sum er einar tríggjar mió kr meira enn árið fyri.
Rentuberandi skuldin er 54,3 mió kr og í fjør brúkti felagið 2,4 mió kr til fíggjarligar útreiðslur.
Jógvan Gregersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo