Eins og hjá fleiri kommunum royndist síðsta ár fíggjarliga væl, sigur borgarstjórin Sune Jacobsen, við VP.
Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina sóu soleiðis ùt:
Játtan 2015 Roknskapur 2015
Útreiðslur Inntøkur Løgur Útreiðslur Inntøkur Løgur
42.157 mió 47.8 mió 5.547 mió 40.857 mió 52.692 mió 6.138 mió
Sum tað sæst á yvirlitinum, so samsvara tølini í roknskapinum fyri útreiðslur og løgur rættiliga væl, meðan inntøkurnar eru eins og fleiri ár á rað væl hægri.
- Úrslitil gjørdist 5.697 mió kr. betri enn mett. Hetta førir við sær, at nettoskuldin, sum við ársbyrjan í fjør var 20 mió. kr. við ársbyrjan í ár er bert 14 mió. kr., sum svarar til 35% av einari skattaálíkning, sum er markið fyri, hvat ein kommuna má skylda.
- Tað er hugaligt í einum valári, at kommunan hevur fíggjarligt rásarúm til at gera ynskiligar og neyðugar íløgur í komandi valskeið, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri at enda í viðmerking til VP, nú hann fer at gera seg kláran at seta C&B Festivalin í fagrasta veðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo