Methøgur bruttovinningur førdi til eitt av heilt góðu árunum hjá føroyska dóttirfelagnum hjá donsku fyritøkuni Solar í fjør.
Bruttovinningurin var 15,6 mió kr, sum er stívliga ein mió kr meira enn árið frammanundan. Og tá útreiðslurnar vóru stórt sæð tær somu, so endaði úrslitið á 6,8 mió kr eftir skatt. Tað skal samanberast við 6,1 mió kr í 2022. Vit skulu heilt aftur til 2008 fyri at finna eitt líka gott ár.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 30 mió kr og eginognin var 12 mió kr, neyvt tað sama sum partapeningurin ið á sinni varð settur í felagið.
Tað er Solar A/S í Vejen í Danmark sum eigur Solar Føroyar, og sum vanligt er fær móðirfelagið dastið av vinninginum sum vinningsbýti.
10 fólk arbeiða hjá Solar í Føroyum sambært roknskapinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo