Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað stóð væl og virðiliga upp og niður hjá Sandoy Seafood farna roknskaparár. Tað hevur annars verið tungt hoyggj at draga hjá teimum í Skopun, og árið frammanundan endaði soleiðis við, at tað lá um nullið. Men í fjør bar til, og nærum 2,2 mió kr lógu eftir til eigararnar aftaná skatt.

Skuldin er tó nakað stór í mun til tølini annars, og í fjør kostaði hon eina millión at hava, eins og hon hevur gjørt tey undanfarnu árini.

Fíggjarstøðan javnvigar við góðum 65 mió kr og eginognin er 27 mió kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at tað er trupult at siga nakað um framtíðina, sum heimurin er vorðin.

Stjóri er Martin Olsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo