Pelagos í Fuglafirði hevði eitt munandi betri ár í fjør enn fyrraárið.
Nettosølan var 895 mió kr, sum var heilar 230 mió kr meira enn árið frammanundan.
Útreiðslurnar vuksu sum vera man eisini, bæði framleiðslu- og starvsfólkakostnaðir. Men tá alt kom til alt lá tó munandi meira eftir, enn nakrantíð í søgu felagsins.
Yvirskotið í fjør var 79,8 mió kr, sum skal samanberast við 18,5 mió kr árið frammanundan. Metið áðrenn var frá 2017, tá vinningurin var 50,5 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 498,6 mió kr og eginognin var 246,4 mió kr við árslok.
Jóhan Páll Joensen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo