Partafelagið Krúnborg í Havn hevði eitt gott ár í fjør. Sølan hjá samtakinum vaks við yvir 100 mió kr, og úrslitið eftir skatt var 30,8 mió kr sum skal samanberast við 19,3 mió kr í 2022. Hetta er besta úrslitið í yvirlitinum hjá Vinnuvitan, sum gongur aftur til 2004.
Krúnborg eigur fleiri onnur feløg, heilt ella lutvíst, har tað størsta kanska er Mest.
Starvsfólkahópurin vaks úr 464 í miðal í 2022 til 544 í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 294 mió kr og eginognin var 147 mió kr.
Eiler Jacobsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo