Bruttovinningurin hjá Kreton, sum fæst mest við entraprenørvirksemi og farmaflutning, var eitt kvink betri í fjør enn fyrraárið. Men hóast tað so vaks ársúrslitið úr fýra upp í fimm milliónir eftir skatt.
Orsøkin til góða úrslitið er fyrst og fremst, at tað eydnaðist halda aftur í útreiðslunum. Soleiðis minkaðu starvsfólkakostnaðirnir úr smáum 11 mió kr til góðar 9 mió kr.
Árið í fjør var tað besta í søgu felagsins, sum eisini er væl fyri við góðum gjaldføri. Fíggjarstøðan javnvigaði við 37,4 mió kr, harav eginognin er 14,7 mió kr.
Kreton hevur heimstað í Runavíkar kommunu, stjóri er Eyðun Magnussen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo